Eitt borgarauppskot í Ukraina um at loyva samkyndum at giftast hevur fingið fleiri enn 28.000 undirskriftir, og skal forsetin, Volodymyr Zelenskyj nú taka støðu til tað.
Øll borgarauppskot í Ukraina, sum fáa yvir 25.000 yvirskriftir skulu viðgerast av forsetanum innan tíggju dagar.
Í Ukraina er tað ikki ólógligt at vera samkyndur, men samkynd hjúnaløg og skrásett parløg verða ikki viðurkend í landinum, og sambært BBC hevur hetta elvt til trupulleikar fyri samkynd pør í ukrainska herinum í kjalarvørrinum á russisku innrásini 24. februar.
Tí sambært ukrainskari lóg hava samkynd ikki rætt til at fáa líkið útflýggjað, um maki teirra doyr, og nevnt verður í borgarauppskotinum at "í hesum døgum kann ein hvør dagur gerast tann seinasti".
Tað at eitt borgarauppskot fær yvir 25.000 undirskriftir merkir tó ikki neyðturviliga, at tað fer at elva til nakra lógarbroyting, og tað er tí ikki greitt, hvørt Zelenskyj ætlar sær at legalisera samkynt hjúnalag ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald