Í morgin og fram til fríggjadagin vitjar ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba í Kina.
Tað er kinesiski starvsbróðir hansara, Wang Yi, sum hevur boðið honum til Kina, upplýsir kinesiska uttanríkismálaráðið sambært Ritzau.
Teir báðir skulu m.a. umrøða, hvussu ein endi kann fáast á krígnum í Ukraina, og hvønn leiklut Kina møguliga kann fáa í at tryggja varandi frið, skrivar ukrainska uttanríkismálaráðið.
Kina hevur fyrr noktað at fordøma russisku innrásina í Ukraina, og í fjør kom kinesiska stjórnin við einari áheitan um at minna eina "politiska loysn".
Fyrr í summar luttók ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj saman við politikarum úr 91 øðrum londum á friðarráðstevnu í Sveis, har kríggið varð umrøtt. Russland varð ikki boðið við, fyri at mótmæla hesum, luttók Kina heldur ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald