Uttanlands

Ukrainskur ráðharri: Hesin russiski statsmiðilin skal bannast

Ein vertur hjá russiska miðlinum RT segði, at ukrainsk børn, ið sóu russar sum hersetarar undir Sovjetsamveldinum áttu at verið druknað, og tí heitir ukrainski uttanríkismálaráðharrin á øll lond um at banna RT

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba (Mynd: EPA)

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba (Mynd: EPA)

2022-10-24 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært ukrainska uttanríkismálaráðharranum, Dmytro Kuleba, átti russiski statsmiðilin RT at verið bannaður í øllum heiminum.

Hendan útsøgnin kemur, eftir at russiski verturin Anton Krasovskij í eini sending í farnu viku segði, at ukrainsk børn, sum sóu russar sum hersetarar undir Sovjetsamveldinum áttu at verið druknað.

Russiski rithøvundurin Sergei Lukyanenko greiddi í sendingini frá einari vitjan í Ukraina í 1980, har børn høvdu sagt honum, at lív teirra høvdu verið betri, var tað ikki fyri Moskva, og til hetta svaraði Krasovskij, at tey áttu at verið druknað.

Eisini settti hann spurnartekin við, um Ukraina yvirhøvur átti at verið til.

– Hetta er tað, tit standa undir liðini á, um tit loyva RT at virka í tykkara londum, skrivar Kuleba m.a. á Twitter.

Stutt eftir útsøgnirnar hjá Krasovskij, varð hann sendur heim av tíðindaleiðaranum, Margarita Simonyan, sum sambært Reuters sigur, at viðmerkingar hansara vóru andstyggiligar, og tekur eingin á RT undir við áskoðanum hansara.

Russisku statsmiðlarnir RT og Sputnik vórðu longu í mars bannaðir í ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder