Mikhailo Podoljak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodimir Zelenskij er bjartskygdur áðrenn samráðingarnar við Russland í dag.
– Russland er vorðið meira konstruktivt. Eg haldi, vit fara at fáa nøkur ítøkilig úrslit innan fáar dagar, sigur hann.
Russland og Ukraina skulu aftur í dag samráðast á talgildum fundi fyri at taka samanum framstigini, sum eru gjørd seinastu tíðina, skrivar Ritzau.
Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur sett nakrar treytir fyri at steðga innrásina í Ukraina. M.a. krevur hann, at Ukraina viðurkennir Krim-hálvoynna, sum Russland hersetti í 2014, sum russiskt øki. Eisini krevur hann, at Ukraina formliga viðurkennir Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug lýveldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald