Uttanlands

Ukrainskur skúli álopin – upp móti 60 fólk helst latið lív

90 fólk vóru inni í skúlanum í Bilohorivka í Luhansk-landslutinum, tá hann varð álopin í gjár, og 60 fólk eru enn ikki komin afturíaftur

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2022-05-08 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð ein skúli í bygdini Bilohorivka í ukrainska landslutinum Luhansk raktur av bumbum, og stúrt verður fyri, at álopið hevur kravt uml. 60 mannalív.

Tað upplýsir guvernørurin í landslutinum, Serhiy Gaida í dag.

Sambært Reuters vóru um 90 fólk inni í bygninginum, og 30 fólk eru bjargaði. Í minsta lagi tvey fólk hava latið lív, og tey 60, sum eru eftir eru mest sannlíkt eisini deyð, verður upplýst sambært Reuters.

Síðan í gjár hav bjargingarfólk roynt at finna fólk í leivdunum av bygninginum, men í nátt var steðgur í, tí stúrt var fyri, at har fóru at koma nýggj loftálop. Arbeiðið heldur fram í dag, skrivar Ritzau.

Luhansk og grannalandsluturin Donetsk, sum báðir eru í Eysturukraina, hava lýst seg sum sjálvstøðugar, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur viðurkent økini sum sjálvstøðug. Tað gjørdi hann beint áðrenn kríggið byrjaði 24. februar. Sambært USA hevur Russland ætlanir um at hertaka økini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder