Inna Sovsun, tjóðartingslimur í Ukraina leggur Russland undir at tvangsflyta íbúgvar í havnabýnum Mariupol til Russlands fyri at arbeiða undir trælalíknandi umstøðum.
Sovsun vísir til upplýsingar frá borgarstjóranum í Mariupol, men enn eru upplýsingarnar ikki váttaðar, skrivar Ritzau.
Tá borgarar eru komnir til Russlands, verða teir tvungnir at undirskriva skjøl um, at tey skulu verða verandi í økinum í tvey ella trý ár og arbeiða ólønt í økinum, sigur hon.
Bretski uttanríkismálaráðharrin, Liz Truss sigur, at hon er skelkað yvir hesar upplýsingar, og fordømir hon tað, sum hon rópar "burturflyting og útvísing" av ukrainum úr Mariupol.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson tosaði sunnudagin í telefon við ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskij. Í samrøðuni fordømdi hann álopini á sivilfólk í Mariupol.
Embætisfólk í Mariupol meta, at nærum 40.000 fólk eru rýmd úr býnum seinastu vikuna. Tað er nærum tíggju prosent av teimum 430.000 íbúgvunum í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald