Minst sjey fólk hava latið lív og níggju eru særd av russisku rakettálopunum ymsa staðni í Ukreina.
Tað upplýsa ukreinskir myndugleikar í morgun, sambært Reuters tíðindastovuni.
Ongar fráboðanir eru um, hvørt talan er um sivil ella herfólk, sum hava ligið eftirá.
Ukreinski uttanríkisráðharrin segði í morgun, at eitt fólk hevði latið lív undir álopunum. Hetta var í býnum Brovary nærhendis høvuðsstaðnum, Kiev.
Tað var fyrsta almenna fráboðanin um deyðstilburð síðan Russland tíðliga í morgun gjørdi innrás í Ukreina.
Russland hevur skotið við rakettum móti hernaðarstøðum og flogvøllum í Ukreina. Eisini eru fráboðanir um spreingingar í fleiri býum, skrivar Ritzau.
Sambært blaðnum The Guardian vísa videoupptøkur á sosialu miðlunum, at russiskar rakettir í morgun raktu tætt fólkað økir í fleiri ukreinskum stórbýum. Eitt nú í Kharkiv.
Á Twitter eru myndir at síggja av eini rakett, ið er lend nærhendis eini kirkju. The Guardian hevur eisini myndir av ukreinskum løgreglufólkum, ið kanna leivdirnar av eini rakett í høvuðsstaðnum.
Fyrr í morgun upplýsti ukreinski herurin, at tað hevði skotið fimm russisk jaðaraflogfør og eina tyrlu yvir Luhansk, har eysturi í Ukreina. Russland hevur víst hesum tíðindum aftur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald