Mentan

Ulf Pilgaard deyður

Stóri danski sjónleikarin og skemtarin gjørdist 83 ár

2024-10-29 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski sjónleikarin og skemtarin, Ulf Pilgaard er deyður, 83 ára gamal.

Tað upplýsir sonur hansara, Christian Pilgaard í einum tíðindaskrivi, sambært Danmarks Radio.

- Elskaði pápi mín er farin. Hansara nærveru og lívsgleði fari eg at sakna, og minnið um hann fer at liva víðari í okkara hjørtum, skrivar Christian Pilgaard.

Ulf Pilgaard doyði í gjár eftir stutta sjúkralegu, framgongur í skrivinum.

Pilgaard er helst mest kendur fyri sína luttøku í Cirkus Revyen gjøgnum mong ár, har eftirlíkningarnar av Margretu drotning hevur verið hæddarpunktini. Men Pilgaard hevur eisini verið við í eini røð av fulmum og sjónvarpsrøðum.

Ein av leiklutunum, sum hann fekk stórt rós fyri, var sum politiovastin Wörmer í filminum “Nattevagten” hjá Ole Bornedal frá 1994. Hann hevði eisini ein høvuðsleiklut í filminum “Farligt Venskab” frá 1996. Fyri tað avrikið varð hann heiðraður við bæði Bodil og Robert virðisløn.

Ulf Pilgaard var í 2007 sligin til Riddara av Dannebrog.

Filmsbrotið herundir er frá seinastu framførslu hansara í Cirkus Revyen í 2021, tá Margreta drotning kom á pallin at heilsa uppá. Pilgaard visti av ongum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder