Mentan

Ulrich Thomsen um Føroyar: Vakurt, men veðrið skiftir alla tíðina

Hann hevur høvuðsleiklutin í sendirøðini Trom, og hevur seinastu vikurnar búleikast í Føroyum her upptøkurnar eru gjørdar. Men tað kann vera trupult við veðrinum til tíðir

Ulrich Thomsen undir upptøkunum av Trom í Sandagerði (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Ulrich Thomsen undir upptøkunum av Trom í Sandagerði (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-05-22 23:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani í mars hava upptøkur av sendirøðini Trom verið gjørdar í Føroyum, og persónurin í høvuðsleiklutinum er danin Ulrich Thomsen.

Danin spælir við í nýggjasta filminum av “Marco effekten”, og er nýggjur í leiklutinum sum Carl Mørck, sum Nikolaj Lie Kaas hevur havt í undanfarnu filmunum. Marco effekten hevur frumsýning í biografunum hósdagin.

Í hesum sambandi hevur BT gjørt samrøðu við Ulrich Thomsen, har tað heilt stutt eisini verður komið inn á, at hann í hesum døgum er staddur í Føroyum. Og Føroyar fáa heilt hampulig skotsmál. 

- Tað er eitt feitt land, dramatiskt og vakurt. Men veðrið skiftist sørinme alla tíðina. Upp á tveir tímar hava hava vit upplivað allar árstíðirnar, frá kava, sólskin, storm og toku, grínir Ulrich Thomsen

Trom er skrivað við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen, og Ulrich Thomsen spælir leiklutin sum Hannis Martinson.

Ein klassisk “hvør gjørdi tað”-søga, sigur Ulrich Thomsen sigur við BT um Trom.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder