Innanlands

Ulrike Steuerwald sjeyti

Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti, góða Ulrike.

2026-08-21 13:07 Author image
Føðingardagsheilsan / Bjørt Samuelsen
placeholder

Í dag fyllir barnalæknin og granskarin Ulrike Steuerwald sjeyti. Fari tí at endurprenta eina lítla heilsan, ið eg bar henni í fjør, tá Setrið fylti seksti, og Ulrike varð tilnevnd heiðursdoktari.

Góða Ulrike,

Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi ein dag – men í dag ert tú so vorðin heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya. Hjartaliga til lukku við heiðrinum!

Stutt eftir aldarskiftið ringdi telefonin á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Á tráðnum var ein mamma at barni við føroysku sjúkuni, sum vildi siga mær alt tað ótrúliga arbeiðið tú, í stóran mun sjálvboðin, gjørdi fyri hesi børn og foreldur teirra. Tú savnaði vitan og kveikti vón.

Eg fekk tá innlit í ein part av tínum arbeiði við arvastreingjum, evnaskifti, nervalagi og øðrum, sum førdi til ymiskar sjúkur og brek, ofta við hægri títtleika her enn aðrastaðni, tí samfelag okkara er lítið, og ættarbondini so tøtt.

Tú tókst meg á bóli, tá vit gjørdu sendingar um sonevndu føroysku sjúkuna, og tú við stórum ídni greiddi frá – á føroyskum við týskum máltóna. Tú leitaði eftir føroyskum fakorðum, eitt nú kveiki fyri enzym.

Ulrike, eg eri ikki dagførd við øllum tí, tú hevur gjørt hesi seinastu árini, men eg veit, at tú hevur borið landi okkara vitan, umsorgan, ótroyttiliga arbeiðsmegi – og hevur sagt okkum, hvussu vit kunnu skipa betri tilboð og kunnu fáa staðfest arvasjúkur, kodaðar í ílegum okkara, so sleppast kann undan stórari líðing. Hetta eru dýrgripir, ið illa kann rindast fyri.

Tit bæði – Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond við granskarar, fakfólk og onnur úti úr heimi. Tøkk fái tit fyri tað.

...

Orðini omanfyri eru brot úr røðu, ið eg sum táverandi løgtingsforkvinna helt á hátíðarhaldi, nú 60 ár vóru liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn.

Í røðuni fyri Setrið var eisini ein persónlig heilsan til tey bæði, Ulrike Steuerwald og Guðni Thorlacius Jóhannesson, fyrrverandi forseti Íslands, sum henda dag vórðu tilnevnd heiðursdoktarar á Fróðskaparsetri Føroya.

Røðan 12.septembur 2025:
www.logting.fo/media/xiclpzqp/kæra-fróðskaparsetur-okkara.pdf 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder