Innanlands

Um 100 litrar av olju endaðu á sjónum

Seinnapartin í gjár var eitt óhapp í sambandi við bunkring á Tvøroyri – Eisini var eitt ferðsluóhapp á Æðuvíkarvegnum, men eingin fólkaskaði var

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-19 10:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár hendi eitt óhapp í sambandi við bunkring á Tvøroyri.

Hetta hevði við sær, at einar 100 litrar av dieselolju endaðu á sjónum, sigur løgreglan.

Sløkkiliðið legði síðani sperrur út fyri at forða oljuni í at spjaða seg. Hvat nú hendir í málinum er enn ikki greitt.

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Æðuvíkarvegnum, har ein bilførari endaði við at koyra útav.

Bilurin fekk nakað av skaða, men eingin fólkaskaði var, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder