2021-02-05 14:54

Í gjár varð koronukoppsetingin hjá Sjúkrahúsverkinum tikin upp aftur.
82 fólk á Suðuroyar sjúkrahúsi - talan var um heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum - vórðu koppsett.
Nú eru umleiði 200 sjúklingar í serligum vandabólkum koppsettir, boðar Sjúkrahúsverkið frá.
Í dag verður hildið fram við koppsetingini á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald