Innanlands

Um 25 hvalir lagt beinini í Syðrugøtu

Drápið gekk skjótt og væl, verður sagt úr Syðrugøtu

2022-09-17 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð sædd út fyri Gøtu í morgun, hevur júst lagt beinini á sandinum í Syðrugøtu.

Talan er um eina lítla grind. Mett varð fyrst, at talan var um eini 50 hvalir, men talan var bert um 20-25 hvalir.

Grindin varð fráboðað klokkan 8.15 í morgun.

Fitt av fólki var í sandinum, og drápið gekk skjótt og væl, verður sagt úr Syðrugøtu.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder