Innanlands

Um 30 hval riknir á Leynasand

Roynt varð at halda grindina til á Leynasandi, men hetta eydnaðist ikki

2022-06-19 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð funnin í morgun, verður í løtuni rikin inn á Leynasand, har hon verður hildin til hvørja løtu.

Tað sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

Mett verður, at talan er um einar 30 hval, sigur hann.

Dagføring kl. 14.30: Tað eydnaðist ikki at halda grindina til, og sambært Kringvarpinum varð avgjørt at lata grindina sleppa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder