2025-01-10 14:05

Klokkan hálvgun tíggju varð grindin, sum varð funnin á Árnafjarðarvík seinnapartin í gjár, hildin til í Hvannasundi.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur at drápið gekk væl.
- Tá man hevur goymt eina grind, og hon hevur ligið í friði er ringt at fáa gongd á aftur, men tað gekk, segði sýslumaðurin við útvarpið á middegi.
Grindin varð ikki hildin til í gjár, tí tað bleiv ov skjótt myrkt. Hon varð rikin inn á Hvannasund, har bátar hava ligið hjá henni í nátt.
Talan var um 50 hvalir, sum verða býttir í drápspartar og møguliga fer ein partur til onkra bygd í grannalagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald