Innanlands

Trump um drápini á Kennedy og Martin Luther King: - Alt verður avdúkað

Trump hevur skrivað undir fyriskipan um at leysgeva skjøl, sum higartil hava verið loynilig

2025-01-24 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Amerikanski forsetin Donald Trump vil leysgeva skjøl sum higartil hava verið loynilig í drápunum av fyrrverandi forsetanum John F. Kennedey og bróðrinum Robert Kennedy og mannarættindastríðsmannin Martin Luther King Jr.

Forsetin hevur skrivað undir fyriskipan um at leysgeva tilfarið, sum hava verið loynilig síðan drápini í 1960. Hetta skrivar Reuters tíðindastovan sambært Ritzau.

- Alt verður avdúkað, sigur Trump á tíðindafundi.

Eitt líknandi lyfti gav Donald Trump í fyrru forsetasetuni frá 2017 til 2021, og tá vórðu eisini skjøl um drápið á John F. Kennedy í 1963 leysgivin.

Drápini skelkaðu USA í 1960'unum og í áratíggju hava gitingar og samansvørjingar verið um hetta - serliga drápið á John F. Kennedy. Nógvir amerikanarar trúgva ikki uppá almennu frágreiðingina, at ein einstakur gerningsmaður, Lee Harvey Oswald, drap forsetan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder