Innanlands

Um fáar tímar gerst støðan enn hættisligari

Onnur viðgerð av málinum um verkfallið hjá Sjúrkarøktarfrøðingunum verður um lítla løtu

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-02 17:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Álitið er nú komið úr rættarnevndini í málinum um at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis í Sjúkrahúsverkinum.

Rættarnevndin hevur býtt seg upp í tveir partar, ein við samgongutinglimum umfamt Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum.

Meirilutin staðfestir, at støðan í Sjúkrahúsverkinum er sera hættislig. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnar til hús, og sjúkrahúsini fáa ikki veitt neyðuga røkt og viðgerð. Um fáar tímar gerst støðan enn hættisligari.

Hendan støðan, vit standa í, er ein neyðstøða, nú vandi er fyri lívi og heilsu í Sjúkrahúsverkinum. Meirilutin ásannar, at hendan støðan kann ikki standa við. Meirilutin vónar tí inniliga, at sáttmálapartarnir taka uppaftur samráðingarnar, so at ósemjan verður loyst skjótast gjørligt.

Minnilutin, sum er Bárður á Lakjuni og Steffan Klein Poulsen, ger greitt at politiska ásetta lønarlyftið til útvaldar fakbólkar hevur ikki gjørt samráðingarnar við frávaldu fakfeløgini lættari, og at hetta var byrjnin uppá eitt brot á fría samráðingarrættin.

- Minnilutin mælir til, at partarnir fara aftur til samráðingar og finna eina haldbara loysn á trætuni. Hetta uppskotið loysir ikki trupulleikan, men ger bert gjónna millum partarnar størri, sigur minnilutin.

Tingfundur er settur at byrja aftur 17:40, og tá verður onnur viðgerð á skránni.

Les alt álitið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder