Mentan

Um Ingemann í Hoyvíkar kirkju

Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiðir um danska sálmaskaldið

2019-01-28 08:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 30. januar verður aftur Miðvika í Hoyvíkar kirkju, og tá fer Meinhard Bjartalíð, prestur, at hugleiða um danska sálmaskaldið, Bernhard Severin Ingemann. Eisini verða sungnir nakrir av hansara sálmum.

Ingemann eigur átta sálmar í føroysku Sálmabókini og harafturat seks í Uppískoytinum til Sálmabókina.

Aftaná framløguna og felagssangin, verður farið niður í kjallaran til ein drekkamunn, og tá hava fólk eisini høvi at spyrja Meinhard Bjartalíð og at viðmerkja.

Ingemann, sum livdi frá 1789 til 1862, var lektari í donskum og bókmentum við Sorø Akademi. Millum hansara kendu verk eru "Morgensalmer til Brug for Eleverne i Sorøe Academies Skole" frá 1822 og "Morgensange for Børn" frá 1837.

[object Object]
Meinhard Bjartalíð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder