Mentan

Um kropp, kenslur og mørk í VIKU SEX

Í komandi viku skipaa Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! aftur fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum

2022-02-06 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú aftur er farið at lýsna uttandura, stendur eisini VIKA SEX fyri durðum, og aftur í ár verður skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík.

Tað er triðja árið á rað, at undirvísarar úr felagsskapinum Kyn standa fyri undirvísingini, har ung undirvísa ungum. Ein slóðbrótandi nýggjur partur av undirvísingini er ein føroyskt framleiddur stuttfilmur, við denti á kropsfatan og sosialar miðlar. Fokus er eisini á at fáa næmingarnir at verða luttakandi í undirvísingini, sum er tillagað 1. árs næmingar á miðnámsskúlum, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Felagsskapurin Kyn hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni og soleiðis skapa betri trivnað millum føroysk ung.

Fyrsta stigið til at skipa hesi upplýsingartiltøk varð tikið í 2017. Tørvur var á at hava upplýsingar- og kunningartiltøk, sum rukku út til bæði børn og ung, og sum rúmaðu tí at tosa um kropp, kenslur og mørk. Vit minnast til onnur tiltøk sum: Sex krevur samtykki, Mynd krevur samtykki og Steðga haturstalu, og seinastu árini hava Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! staðið saman um at fyriskipa VIKA SEX.

– Sum partur av hesum átakinum ynsktu vit at fáa eitt kjak í lag um tørvin á seksualundirvísing á miðnámi eins væl og í fólkaskúlanum. Eftir í fleiri ár at hava sett hetta á breddan ynskja vit at fáa seksualundirvísingina, bæði fyri fólkaskúla- og miðnámsøkið, lagda í eina fastari legu. Okkara greiða tilmæli til myndugleikarnar, sum vara av økinum, er, at seksualundirvísingin innan alt skúlaøkið, verður løgd í eina trygga skipan. Hesum eru vit, sum fyriskiparar av tiltakinum tilreiðar at samstarva um.

Vikan er skipað við undirvísing soleiðis:

Mánadagin 7. februar
Miðnámskúlin í Vestmanna og Miðnáms- og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík

Týsdagin 8. februar
Miðnámsskúlin á Kambsdali

Mikudagin 9. februar
Miðnámsskúlin í Hovi og Glasir, Tórshavn

Hósdagin 10. februar
Glasir, Tórshavn

Fríggjadagin 11. februar
Glasir, Tórshavn

Í sambandi við undirvísingina verður høvi at fáa eitt prát við fyriskiparnar úti á skúlunum, og endabresturin av VIKU SEX verður í Perluni hóskvøldið 10. februar klokkan 19, tá sjóneyka verður sett á seksualundirvísing í fólkaskúlanum.

Bjørg Clementsen byrjar við einum uppleggi um ba-ritgerð sína um seksualundirvísing í føroyska fólkaskúlanum, og síðani verður sofaprát við Bjørg Clementsen, Eyðuni Gaard, stjóra á Námi, Jacob Eli Olsen, formanni í lærarafelagnum og umboðum frá Gigna og Kyn.  Tiltakið er alment.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder