Ein endurvenjingarstøð, nýggjan bjargingarbát og eitt listasavn. Tað er tað, sum Eiðis kommuna fær, um Miðflokkurin kemur í samgongu eftir valið.
Tað avdúkaði Tordur J. Niclasen, valevni fyri Miðflokkin og fyrrverandi borgarstjóri á Eiði, á valfundi í bygdini í gjárkvøldið. Tordur greiddi frá, at hann hevði fingið nógvar áheitanir um at stilla upp, men ivaðist stórliga, og var næstan komin til tað, at hann ikki fór at stilla upp.
- Men so hevði eg ein fund við leiðsluna í Miðflokkinum og sigi við teir: Eg skal stilla upp her norðuri, treytað av at tit geva mær lyftir, segði Tordur J. Niclasen.
- Og tað er, at Eiðis kommuna fær ein part av tí almennu køkuni. Eg havi eitt krav, og tað er at ein endurvenjingarstøð verður plaserað í Eiðis kommunu. Tað var í lagið. Eg vil eisini hava, at bjargingarfelagið á Eiði, sum ger eitt megnararbeiði, fær pengar játtaðar á fíggjarlógini til ein nýggjan bát. Tað fekk eg eisini tilsøgn um.
- Eg vil eisini hava - líka sum man hevur fingið aðrastaðni - at eitt listasavn verður bygt á Eiði. Hasi trý tingini søgdu teir ja til, og hasi fara vit at fremja, so framt vit koma í eina samgongu. Hatta var grundin til at eg stillaði upp.
Tordur J. Niclasen segði, at hann ikki ætlaði at almannakungera hetta, “men nú er tað so gjørt”, segði hann.
Valfundurin var í mentanarhøllini á Eiði í gjárkvøldið, og sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald