Innanlands

Um sambandið millum heim og samleika hjá ungum

Firouz Gaini heldur sín professarafyrilestur í Kongshøll hósdagin

2020-01-21 07:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin fer Firouz Gaini at halda sín professarafyrilestur í Kongshøll á Eystaru Bryggju í Havn. Fyrilesturin eitur “Røtur og veingir – hvønn leiklut hevur heimið og staðið (‘place’) fyri samleikan hjá ungdómi í dag?”

Firouz Gaini varð í fjør tilnevndur professari í mannfrøði – antropologi – á Fróðskaparsetri Føroya, og í tí sambandi fer hann nú at halda sín professarafyrilestur. Tiltakið er alment og verður í Kongshøll hósdagin 23. januar klokkan 14.

Í fyrilestrinum fer Firouz Gaini at hyggja nærri at sambandinum millum stað og samleika í antropologiskari gransking. Antropologiska kjakið um mørk, rørslur og opinleika hevur latið upp fyri fyri nýggjum metingum av týdninginum og leiklutinum, ið eitt stað hevur fyri gerandislívið, trivnaðin og samleikan hjá fólki.

Við støði í síni ungdómsgransking úr Føroyum fer Firouz Gaini síðani at greiða frá, hvussu spurningar um flytføri, tilknýti, heim og (lívs-) møguleikar kunnu geva okkum betri innlit í føroysk viðurskifti á vegamótinum millum tað lokala/avmarkaða og tað globala/endaleysa. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder