2019-06-10 18:48
Í gjár varð nýggja staklagið "Um tár vóru gull" hjá Holgari Jacobsen givið út.
Hetta verður tað fyrsta av fleiri nýggjum løgum, sum hann ætlar at geva út í ár.
- Hetta ber brá av lívsins mótbrekkum, "men betur dagur rísur", sigur Holgar Jacobsen á Facebook um lagið, sum hann sjálvur hevur gjørt orð og lag til.
Tónleikarnir eru Jóan Jakku Guttesen á bass, Høgni Klakkstein á trummum, og Dánjal Tavsen á hammond. Mixað og lagt til rættis hevur Dánjal Tavsen, og tað er Holgar Jacobsen sjálvur, ið spælir gittara.
Til ber at hoyra lagið við at trýsta á pílin omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald