Minst sjey fólk hava latið lív í einum eldsbruna í eini kasino spælihøll í Kambodja. 53 fólk hava fingið skaða, og leitað verður eftir átta øðrum, upplýsir Reuters tíðindastovan.
AFP tíðindastovan skrivar, at talið á deyðum er komið upp á tíggju.
Eldsbrunin hendi á hotellinum Grand Diamond City í býnum Poipet, sum liggur beint við markið til Tailands.
Filmsupptøkur frá staðnum vísa eldslogar um allan bygningin meðan sløkkiliðsfólk royna at basa eldinum. Myndirnar vísa eisini bjargingarfólk hjálpa fólkum niður frá einum brennandi palli.
Løgreglan upplýsir, at tað vóru um 400 fólk til arbeiðis, tá eldurin kyknaði umleið um midnáttarleitið okkara tíð.
Lokalir miðlar skriva, at útlendskir borgarar vóru til staðar í kasino-hølunum. Løgreglan hevur tó einki sagt um hvaðandi tey deyðu eru, skrivar Ritzau.
Fleiri av fólkunum, sum eru komin til skaða, eru flutt á sjúkrahús í tailendska landslutinum Sa Kaeo.
Sambært tailendska miðlinum Bangkok Post, var bygningurin í 17 hæddum við yvir hundrað hotellkømrum. Talan er um eitt av fleiri kasino-spælistøðum, ið liggja á markinum millum Tailand og Kambodja.
Poipet er væl umtókt frítíðarmál hjá fólkum úr Tailandi, har flestu formar fyri pengaspæli eru ólógligir.
Kambodja er eitt av teimum fátækastu londunum í Landsynningsasia. Landsins borgarar hava í útgangsstøði ikki loyvi at spæla á hesum kasino-spælistøðunum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald