Innanlands

Umboð frá Landssjúkrahúsinum á altjóða online ráðstevnu

Um vikuskiftið var Landssjúkrahúsið umboðað á ráðstevnuni um “Promoting Movement Quality through a Movement Awareness approach – in Mental Health Physioterapy”

2021-05-17 14:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum 14., 15. og 16. mai 2021, var ein stór altjóða ráðstevna í Kolumbia hildin á netinum “II Congreso Americano Fisioterapia en Salud Menta” har fysioteraputar úr øllum heiminum luttóku. Landssjúkrahúsið var eisini umboðað á ráðstevnuni um “Promoting Movement Quality through a Movement Awareness approach – in Mental Health Physioterapy”.

Lív Egholm, fysioteraputur, var ein av høvuðstalarunum á ráðstevuni og greiddi í 30 minuttir frá fysioterapi í Psykiatriini á Landssjúkrahúsinum í Føroyum, við fokus á at fremja rørslukvalitet fyri sálarliga heilsu við støði í viðgerðarháttinum ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT), sum er ein fysioterapeutiskur viðgerðarháttur, ið verður brúktur innan psykiatri og somatik.

Seinastu 11 árini hevur ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT) verið ein av høvuðsviðgerðartilboðnum á fysioterapideildini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT) er ein ‘evidense-grundaður’ viðgerðarháttur, ið er samansettur av vanligum gerandis rørslum, sum vera gjørdar í róligum tempo fyri at økja um rørslukvalitetin, grundaður á MQM (Movement Quality Model), sum hevur fýra dimensjónir: Fysiskt, Fysiologisk, Psykiskt og Tilvera.

Við ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT) rørslum økist og styrkist kropsliga javnvágin, fríi andadrátturin og nærvera í dagligdegnum. Tað hjálpir ímóti nógvum ymiskum diagnosum, bæði psykiatriskar og somatiskar, so sum stress, ótta, schizofreni, depressión, maga-tarm sjúkueyðkenni, bipolar, etingarólag, persónleikaólag, psykosomatisk sjúkueyðkenni v.m.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder