
Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio og trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, Michael Waltz, skulu í komandi viku umboð fyri Ukraina í Saudiarabia.
Tað váttar Waltz, eftir at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hósdagin váttaði, at hann fer til Saudiarabia mánadagin at hitta saudiarabiska krúnprinsin, Mohammed bil Salman, og at ukrainska toymi hansara verður verandi í Saudiarabia fyri at samráðast við amerikanarar.
Ukrainski forsetin legði afturat, at Ukraina er "sera áhugað í friði".
Michael Waltz sigur, at hann roknar við, at tey fara at koma "aftur á røttu leið við Ukraina".
Amerikanski sendimaðurin í Miðeystri, Steve Witkoff, hevði áður boðað frá, at hann legði ætlanir um eina ferð til Saudiarabia at hitta umboð fyri Ukraina, og at endamálið við fundinum var at umrøða møguleikarnar fyri vápnahvíld millum Russland og Ukraina og karmarnar fyri eini longri friðaravtalu, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald