Amerikanska Umboðsmannatingið atkvøddi í gjár ímóti at draga amerikanska forsetan, Donald Trump fyri ríkisrættin.
332 atkvøður vóru ímóti, meðan bert 95 vóru fyri uppskotinum.
Maðurin handan uppskotið var demokratiski Al Green.
Uppskotið kom, eftir at Trump hevði skapt øsing við at skriva á Twitter, at fýra kvinnur í kongressini skulu fara heim aftur til teirra egnu kriminellu lond.
Les eisini: Trump skapar balladu á Twitter
Hetta er triðu ferð, Al Green hevur roynt at fáa eitt slíkt uppskot ígjøgnum. Hetta er tó fyrstu ferð, at eitt uppskot hjá honum verður vrakað, meðan demokratar hava meiriluta í Umboðsmannatinginum.
Donald Trump fegnaðist um avgerðina, og á Twitter skrivaði hann soleiðis:
- Hetta er kanska tann mest tápuliga og tíðarkrevjandi verkætlanin, eg nakrantíð havi arbeitt við. Tað burdi ongantíð verið loyvt at gjørt slíkt móti einum amerikanskum forseta aftur.
Sambært amerikonskum miðlum er talan um eitt álop á demokratarnar Alexandria Ocasio-Cortez úr New York, Ilhan Omar úr Minnesota, Ayanna Pressley úr Massachusetts, og Rashida Tlaib úr Michigan.
Mynd: EPA
Av hesum fýra er tað bert Ilhan Omar, ið er fødd uttanfyri USA. Hon kom til Minneapolis, Minnesota í 1997 sum flóttafólk úr Somalia.
Síðan tá eru fleiri demokratar og heimsleiðarar komnir við atfinningum móti Trump, og fleiri republikanar hava eisini tikið frástøðu frá útsøgnini hjá forsetanum, sum av fleiri verður mett sum bæði óhóskandi og rasistisk.
Trump skrivaði síðani í svari á Twitter mánadagin, at hansara útsøgn ikki var rasistisk.
- Atfinnigarnar órógva meg ikki, tí nógv fólk eru samd við mær, segði Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum, sambært tíðindastovuni AP.
Seinni á degnum svaraðu tær fýra kvinnurnar aftur á einum felgs tíðindafundi.
Alexandria Ocasio-Cortez segði m.a., at hon heldur, at Trump roynir at órógva veljarar við sínum útsøgnum á Twitter.
Hann kemur við slíkum útsøgnum fyri at sleppa undan at kjakast um politikk, segði hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald