Innanlands

Umfatandi broytingar í KvF

Munandi broyttar aktualitetssendingar, sjónvarpsundirhald og tilfar til tey yngru ættarliðini eru á skránni í vetur. Eisini vera fleiri broytingar í Degi og Viku. Millum annað gevst Johnsigurd Johannesen sum vertur

2019-09-06 11:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Munandi broyttar aktualitetssendingar, sjónvarpsundirhald og tilfar til tey yngru ættarliðini eru á skránni í vetur. Hetta er úrslitið av fyrsta menningarumfarinum í KvF, har sendingar verða endurskoðaðar og tilfar í størri mun verður bjóðað út.

Dagur og Vika er helst sjónligasti pallurin hjá Kringvarpinum, og framyvir kann hyggjarin gleða seg til eina tíðindasending, har farið verður meiri í dýpdina og meira kring landið enn áður. Nýggja sjónvarpsupptøkuhølið verður ætlandi klárt um mánaðarskiftið, og tá fer nýggja Dagur og Vika sendingin av bakkastokki. 

Umframt fleiri smærri tíðindainnsløg fer tíðindasendingin í størri mun at viðgera eitt høvuðsevni í hvørjari sending. Vertirnir verða væl fyrireikaðir at fara í dýpdina við evninum. Í nýggju upptøkuhølunum verða fleiri møguleikar fyri samrøðum, kjaki og greiningum.

Ein nýggjur táttur í Degi og Viku verður Ferðaliðið. Ferðaliðið er eitt lið av reportarum, sum fara úr kringvarpshúsinum mánamorgun og eru ikki aftur fyrrenn fríggjadagin. Liðið ferðast kring landið og ger tíðindainnsløg til Dag og Viku, eins og møguleiki verður at senda beinleiðis til tíðindasendingina ymsastaðni frá úr Føroyum. 

Kendir vertir takka fyri seg

Broytingarnar á Aktuelt hava við sær at kendir vertir sum Johnsigurd Johannesen, Sigrún Brend og Bogi Godtfred ikki frameftir verða partar av vertstoyminum á Degi og Viku. Í staðin fara tey at røkja aðrar journalistiskar uppgávur á Aktuelt. KvF takkar teimum fyri tað góða arbeiða sum tey hava sýnt sum vertir øll hesi árini. Nýggir vertir verða millum onnur Sólvit Nolsøe, Elin Mirjamsdóttir og Heini Gaard.

Nýggj aktualitetssending í útvarpinum

Útvarpið sær eisini broytingar komandi tíðina og tað eru serliga sendingarnar millum 17 og 18 týsdag, mikudag og hósdag, sum leggja seg eftir at framleiða aktuelt tilfar. Í hesum tímum verða kjak og innsløg um Føroyar í dag at hoyra, og farið verður meiri í dýpdina við evnum, enn hvat fyrr hevur verið hendan tíman.

Undirhald í vetur

Í seinnu helvt av vetrarskránni verður føroyskt framleitt sjónvarpsundirhald. Talan verður um eina undirhaldssending, sum føroyska familjan kann savnast um. KvF hevur havt útbjóðan av sendingum, og nøkur tilboð komu inn at framleiða føroyskt undirhald.

Meira til yngru ættarliðini

Føroyski ungdómurin brúkar nógva tíð við útlendskum miðlum. Fyri at bjóða ungdóminum nakað øðrvísi og føroyskt hevur KvF havt útbjóðan av ungdómsdokumentarum, og nøkur tilboð eru komin inn. KvF fer eisini at framleiða eina studiosending um vikuna, har tað verður eggjað fólki at senda stuttfilmar og filmaði ummæli inn. Sendingin fer kritiskt at ummæla tilfar í útlendskum miðlum sum eitt nú Netflix og HBO, eins og føroyskar sendingar og føroyskir filmar verða viðgjørdir. Mentamáráðið kunngjørdi í fjør, at árið 2018 var árið fyri málmenning fyri børn. Hetta setti sín dám á barnasendingarnar. Arbeiðið heldur fram og verður nú víðkað við sendingum til yngru ættarliðini, soleiðis at okkurt føroyskt verður at hoyra og síggja, nú ávirkanin uttanífrá alsamt tykist at vaksa. 

Fleiri tónleikasendingar bjóðaðar út

KvF hevur fingið fleiri tilboð at gera eitt nú gospelsendingar og Mono-sendingar. Í alt fer KvF at senda millum trý- og fýra hundrað sendingar í útvarpi og sjónvarpi, sum hava verið í útboði. 

Valini hava seinkað vetrarskránni nakað

Arbeitt hevur verið innanhýsis í KvF við broytingunum í eina tíð. Valsendingarnar upp undir fólkatingsvalið og løgtingsvalið hava tó seinkað tilgongdini nakað. Arbeitt verður eitt nú eisini við ætlanum um at senda guðstænastur beinleiðis í sjónvarpinum og at bjóða fleiri sjónvarpsdokumentarar út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder