Tveir mans vórðu í gjárkvøldið handtiknir og skuldsettir fyri eitt rættiliga umfatandi innbrot.
Í løtuni arbeiða løgreglufólk og løgfrøðingar á støðini við, um teir báðir handtiknu menninir møguliga skulu framstillast fyri dómara í grundlógarhoyri í dag.
Tað var um 11 tíðina fyrrapartin í gjár, at ein borgari við bústaði í miðbýnum í Havn boðaði frá, at ein stór mongd av víni og brennivíni var stolin úr bústaðnum. Talan var um so mikið stóra mongd, at tað var nógv meira enn tveir mans kunnu bera einsamallir.
Av tí at handtiknu menninir ikki eru avhoyrdir enn, er ógvuliga lítið, sum løgreglan í løtuni kann ella vil siga um málið.
Tað er annars ikki vanligt at framstilla fólk í grundlógarhoyri fyri innbrot. Orsøkin til at grundlógarhoyr verður umhugsað kann vera fyri at forða teimum skuldsettu at órógva uppkláringararbeiði, at forða teimum í at rýma av landinum ella um talan er um fólk, ið hava framt fleiri líknandi brot. Onki av hesum hevur vaktleiðarin á løgreglustøðini møguliga fyri at koma nærri inn á í verandi løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald