Uttanlands

Umfatandi mótmæli í Bulgaria

Alt fleiri fólk krevja, at stjórnin leggur frá sær

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-04 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri túsund mótmælisfólk leitaðu sær í gjár út á gøturnar í høvuðsstaðnum í Bulgaria, Sofia, fyri at vísa sína ónøgd við landsins stjórn og forsætisráðharra.

Seinastu mánaðirnar hava mótmælisgongur javnan verið við kravi um, at stjórin leggur frá sær.

Í gjár savnaðust mótmælisfólkini – flestu teirra ung – framman fyri tjóðartinginum, har rópt var ”leggið frá tykkum” og ”mafia”, skrivar Ritzau.

Mótmælini snúgva seg millum annað um ónøgd hjá fólkinum um rotinskap í landsins stjórn og um vantandi pressufrælsi.

Mikudagin vísti ES-nevndin sína ónøgd yvir bulgarsku rættarskipanini og vantandi framstig í stríðnum móti rotinskapi – korrupsjón – í landinum. Pressufrælsið er eisini hótt, sambært ES-nevndini.

Nýggjar veljarakanningar hava víst, at yvir 60 prosent av fólkinum í Bulgaria taka undir við mótmælisfólkunum og teirra kravi um at fáa eina nýggja stjórn.

Mótmælisfólkini verða eisini stuðlað av sosialistiska andstøðuflokkinum og landsins forseta, Rumen Radev, sum hevur víst sína ónøgd yvir forsætisráðharran, Bojko Borisov.

Bæði sosialistaflokkurin og forsetin hava heitt á forsætisráðharran um at fara frá, so nýval kann haldast. Sosialistarnir hava eisini lagt misálitisuppskot fyri tjóðartingið.

Leiðarin fyri landsins mið-høgra stjórn hevur higartil víst hesum áheitanum aftur. Hann ætlar sær at sita, til valskeið hansara rennur út í mars 2021. Borisov hevur verið stjórnarleiðari í næstan tíggju ár. Hetta er triðja stjórn hansara.

Síðan mótmælisgongurnar byrjaðu í juli mánaði, hevur Borisov lagt fram ymsar broytingar til landsins stjórnarskipan.

Mótmælisfólkini hava víst hesum uppskotum aftur. Talan er um eina roynd at halda fast í valdinum fram til komandi val, siga tey sambært miðlinum Euronews.

Mótmælisfólkini krevja eisini, at ovasti ákærin í landinum, Ivan Geshev, sum skuldi átaka sær av lúka í korrupsjónini, nú leggur frá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder