Uttanlands

Ógvusligur ófriður í Fraklandi

Øsing eftir at løgreglan skjeyt ein 17 ára gamlan mann í sambandi við eina ferðslukanning týsmorgunin

Hetta var onnur náttin á rað við ófriði í fronskum býum (Mynd: EPA)

Hetta var onnur náttin á rað við ófriði í fronskum býum (Mynd: EPA)

2023-06-29 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í nátt hevur tað verið ófriður í Fraklandi, eftir at ein 17 ára gamal drongur varð skotin og dripin av løgregluni í sambandi við eina ferðslukanning í Nanterre, vestan fyri Paris.

Men tað er ikki einans í Paris-forstaðnum, at ónøgd fólk eru farin út á gøturnar. Sambært The Guardian røkka mótmælini seg nú frá Lille har norði til Toulouse í suðri.

The Guardian skrivar, at mótmælisfólkini skutu við fýrverki móti løgregluni. Eisni varð eldur settur á fleiri bilar í Nanterre.

Løgreglan boðar eisini frá ófriði í býunum Amiens, Dijon og í økinum Esonne sunnan fyri Paris, og innanríkisráðharrin segði í gjár, at 2.000 eyka løgreglufólk nú eru kallað út til at ganga á gøtunum í økjunum, sum eru rakt av ófriði.

Keldan til ófriðin er ein ferðslukanning av einum 17 ára gomlum tannáringi av norðurafrikanskum uppruna. Hann varð týsmorgunin støðgaður av løgregluni, tí hann skuldi havt brotið ferðslulógina.

Í fyrsta umfari varð sagt, at tann 17 ára gamli varð skotin, tí hann hevði roynt at koyra inn í eitt løgreglufólk.

Henda søgan varð skjótt broytt, tá eitt filmsbrot fór at síggjast á netinum og á sosialum miðlum, sum vísti, at ungi maðurin royndi at flýggja undan løgregluni tá skotini fullu.

Advokaturin hjá familjuni hjá deyða dronginum sigur sambært The Guardian, at filmskutið vísir greitt hvat hendi.

- Eitt løgreglufólk drap ein 17 ára gamlan mann. Ein sær, at skottilburðurin ikki er í tráð við lógina, sigur advokaturin, Yassine Bouzrou. Familjan hevur nú reist sak móti løgreglufólkunum, sum vóru við í hendingina, og løgreglufólkið, ið skjeyt, verður nú kannað, skrivar Ritzau.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, kom í gjár við viðmerkingum til hendingina og ófriðin, sum er uppstaðin í kjalarvørrinum.

- Vit hava ein ungan mann, ið varð dripin. Hetta ber ikki til at burturforklára, og kann ikki fyrigevast. Tað er einki, ið rættvísgerð at ungi maðurin doyði, segði forsetin og vísti sína samkenslu fyri familjuni.

Samstundis heitti hann á fólk um at binda frið, tí “okkum tørvar frið, fyri at støðan ikki skal gerast verri”, varð sagt.

Fakfelagið hjá fronsku løgreglufólkunum hevur mótmælt útsøgnini hjá forsetanum. Sambært teimum, hevur forsetin longu dømt løgreglufólkini frammanundan.

Felagið Alliance Police mælir til, at øll verða mett sum ósek til tað øvugta er prógvað. Eitt annað fakfelag, Unité SGP Police, heldur, at politisk íblanding bara er við til at økja um haturin mótvegis løgregluni, skrivar dr.dk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder