Mentan

Umfatandi skrá fyri jóansøkuna á Tvøroyri

Hópin av framførslum verður á útipallinum á jóansøkutorginum

Nógv verður gjørt burtur úr jóansøkuni í ár. Myndin er frá mentanarnáttini herfyri (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Nógv verður gjørt burtur úr jóansøkuni í ár. Myndin er frá mentanarnáttini herfyri (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-23 10:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið verður jóansøka hildin á Tvøroyri. Nógv áhugavert er í umfatandi skránni fyri stevnuna í ár.

Í miðbýnum á Tvøroyri verður pallur settur upp á sonevnda jóansøkutorginum, ið er miðdepul fyri stevnuni, og hópin av framførslum verður á hesum pallinum, har jóansøkan eisini verður sett klokkan 19 fríggjakvøldið eftir at hornorkestrið hevur spælt. Johan Joensen hevur setanarrøðuna.

Aftan á setanina verður hildin pisufundur har Dávid Lisberg heldur røðu.

Mest lokal nøvn eru á pallinum hetta fyrsta stevnukvøldið. Tey eru Tvøroyrar hornorkestur, Lív & Tróndur, Uni Debess, Bjarki Hansen og Eyðun Nolsøe.

Tey, ið framføra leygardagin og leygarkvøldið eru DJ Hustler, Marius DC, Lena & Niclas, Signar & John og Joe & the Shitboys. Eisini verður midnáttarsangur og midnáttarrøða við Sonna Smith.

[object Object]
Sonne Smith, ið nýliga er fluttur heimaftur til Tvøroyrar heldur midnáttarrøðuna á jóansøku í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sunnudagin eru framførslur við Halli Joensen, Beini og Stongum & Guttesen á útipallinum.

Á skránni er, sum vera mann, eisini kappróður og fótbóltsdystir við Stórá, og skipað verður fyri ókeypis busskoyring til og frá dystinum í bestu deildini millum TB og EB/Streym, sum verður leygarkvøldið kl. 18.

Í Handverkarahúsinum skipar lokali Lions klubbin fyri listaframsýning. Tey, ið sýna fram eru Martin Øster, Per Lave, Poul Olsen, Jens Hammer, Mariann Johansen, Laura Hovsgaard, Rói Einarsson, Oluffa Joensen, Katrin Einarsson, Hildur Gunnarsdóttir, Vígdis Sigmundsdóttir, Finnleif Mortensen, Ulla Bjarkhamar, Ýr Ákadóttir, René Christensen, Danjal Petur Djurhuus, Lív í Baianstovu, Sigrid Súsanna Strøm, Gunnvá Mortensen, Janus á Húsagarði, Sára Petersen, Gunnvá Bjarkhamar, Tróndur Nolsøe og Janus Dam Guttesen.

Í Gallarí Oynni er listaframsýning við Finnleif Mortensen, Poul Skarðenni og Palle Julsgart.

Eisini á Seglloftinum er listaframsýning. Framsýnarar har eru Jórun S. Haraldsen, Frívør Ellefsen, Vígdis Sigmundsdóttir, Sunrid í Gong, Eli Smith, Magni E. Dalsgaard, Boði Haraldsen, Lív í Baianstovu og Janus á Húsagarði.

Øll skráin sæst á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder