Í dag byrjaði eitt fimm daga langt jarnbreytaverkfall í Bretlandi, og harvið er tokferðslan avmarkað ella støðga fleiri staðni í landinum.
Roknað verður við, at bert 20 prosent av tokunum fara at koyra hesar komandi dagarnar, og har koyrt verður, verður bert koyrt millum kl. 07.30 um morgunin og 18.30 um kvøldið, skrivar The Guardian.
Fakfelagið hjá jarnbreytaarbeiðarunum, RMT, hevur síðan desember lagt arbeiðið niður fleiri ferðir í síni roynd at skaffa limum sínum betri løn og arbeiðskor.
Í Wales, Skotlandi og fólkafátækum pørgum av Onglandi verður ongin ferðsla. Í meiri fólkaðum økjum verður koyrt eina ferð um tíman.
Heitt verður á fólk um bert at brúka tokini, um tað er alneyðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald