Uttanlands

Umhugsa at seta Donald Trump frá

Eitt ískoyti til grundlógina gevur varaforsetanum heimild at taka valdið, um sitandi forsetin verður mettur at vera óegnaður at røkja embætið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-07 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Demokratiskir limir í rættarnevndini hjá umboðsmannatinginum heita nú á Mike Pence, varaforseta og hægstu embætisfólkini hjá forsetanum um at gera brúk at 25. ískoytinum til amerikansku grundlógina og seta sitandi forseta frá.

Hetta kemur fram í eini fráboðan, sum varð almannakunngjørt mikukvøldið, amerikanska tíð, skrivar CNN.

25. ískoyti til amerikansku grundlógina kann brúkast til at seta forsetan frá, um hann ikki er førur fyri at røkja uppgávuna.

- Sjálvt í videofráboðanini í dag avdúkaði Trump forseti, at hann ikki mentalt er førur fyri at skilja og góðtaka úrslitið av valinum í 2020, skriva limirnir í fráboðanini.

- Sama er galdandi viðvíkjandi hansara fúsleika at eggja til harðskap og ófrið til tess at broyta valúrslitið við valdið, verður lagt afturat.

Samstundis vísa politikararnir á fleiri boð á Twitter frá Trump+, har forsetin skrivar, at ófriðurir, eins og hann, sum var í Washington D.C. í gjár er nakað “sum hendir” um ein stórsigur á valdinum verður tikin frá vinnaranum.

Í filmsbrotinum, sum Trump sendi út í gjár, endurtók Trump fleiri ferðir, at tað var hann, sum vann forsetavalið.

25. ískoytið ger tað møguligt hjá einum varaforseta og einum meiriluta av ráðharrunum at seta forsetan frá fyribils, skrivar AP.

Skal varaforsetin sita sum forseti restina av valskeiðinum, krevst meiriluti á tveir triðingar í kømurunum í Kongressini, tað er senatinum og umboðsmannatinginum.

Sambært CNN eldur ein vaksandi partur av republikanskum leiðarum og smbætisfólkum í umsitingini, at Trump eigur at verða frásettur í úrtíð – altso innan 20. januar, tá Joe Biden tekur yvir.

Ein “vælvitandi kelda” í republikanska flokkinum sigur eitt nú, at fleiri limir í umsitingini í gjár fundaðust um at gera brúk av 25. ískoytinum, skriva tíðindastovurnar. 

placeholder
placeholder