Búgvið hjá kanadiska sangaranum, Leonard Cohen umhugsar at stevna amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri at brúka lagið "Hallelujah".
Heimskenda lagið hjá Leonard Cohen var spælt í sambandi við, at Trump formliga varð tilnevndur sum republikanska forsetavalevnið.
"Hallelujah" er frá 1984, og síðan tá er lagið framført óteljandi ferðir av øðrum tónleikarum. Hósdagin varð lagið spælt tvær ferðir á landsfundinum hjá republikanska flokkinum. Fyrst varð ein útgáva hjá Tori Kelly spæld, og síðani var ein live framførsla við Christopher Macchio.
Tey, ið umsita arvin eftir Leonard Cohen eru alt annað enn fegin um hetta, og halda tey tað vera "ein frek roynd at politisera lagið," sum er eitt av mest týðandi løgunum hjá Leonard Cohen, skrivar Ritzau.
Leonard Cohen doyði 7. november í 2016, 82 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald