Tað var um reppið, at filmsfólkini handan Star Wars-filmin ”The Last Jedi”, valdu at filma ein part av hesum stórfilmi í Føroyum, nærmari í Suðuroy nærhendis Lopranseiði og Vágsbjørgunum.
Felagið handan filmin var komið so mikið langt, at tey skulu velja millum tvær ’locations’ til ein ávísan part av ilminum: Suðuroy ella Suðurírland. Tá samanumkom valdu tey Suðurírland. Men tey høvdu sett seg væl og virðiliga inn í føroysku umstøðurnar og vitjaðu eisini fleiri ferðir í Suðuroy í 2015.
Hetta skrivar Dennis Holm, borgarstjóri í Vági í lesarabrævi í dag. Hann fortelur søguna í sambandi við eitt kjakinnlegg har hann vísir á, hvussu óskiljandi tað er, at landsins myndugleikar ikki vilja lata teir seinastu pengarnar, ið mangla í fyri at fáa filmsvekætlanina Trom upptikna í Føroyum.
Sambært Dennisi er tað ikki vist, at tað er spurningurin um afturbering, sum var orsøkin til, at Star Wars valdu oynna Skellig Michael út fyri suðurírsku strondina fram um Lopranseiðið og Vágsbjørgini í Suðuroy.
Hinvegin fingu kommunalu myndugleikarnir eitt innlit í hvussu ómetaliga stóra ávirkan tað hevði verið fyri økið, um filmsliðið hevði valt at gjørt sínar upptøkur har.
”Á vitjanini í Vági greiddu umboðini fyri filmfelagið frá øllum kringumstøðunum, alt frá at ferðamannaskip kom at virka sum hotellskip fyri tey 3-400 fólkini, sum vóru við í upptøkunum; at ringvirkningarnar í nærumhvørvinum fóru at verða heilt stórar tær 6-8 vikurnar, filmast skuldi her á leiðini; og at ein røð av tænastum skuldi keypast frá veitarum í Suðuroynni og úr øllum Føroyum. Tá samanumkom varð avgerð tíverri tikin um at velja suður Írland framum Suðuroynna. Hvørt manglandi endurgjaldsskipanin var orsøkin, vita vit ikki, men í øllum førum glapp ein stórur møguleiki fyri nærumhvørvið og fyri føroysku filmsvinnuna okkum av hondum”, skrivar Dennis Holm.
Les alt skrivið á lesarin.fo: Filmsrøðin TROM má sjálvandi filmast í Føroyum!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald