Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump umhugsar at náða tey, sum lupu á Kongressina 6. januar 2021, um hann sleppur inn aftur í Hvítu Húsini.
Donald Trump var bert forseti í eitt valskeið, og hevur hann sostatt møguleika at stilla uppaftur á næsta forsetavalinum í 2024. Enn hevur hann tó ikki greitt meldað út, hvørt hann ætlar sær at stilla upp ella ikki.
Á veljarafundi í Conroe í Texas leygarkvøldið nevndi hann tó enn einaferð møguleikan.
– Stilla vit upp og vinna, fara vit at fara rættvíst við hasum fólkunum frá 6. januar. Krevur tað, at vit náða tey, so er tað tað, vit gera, tí tey verða viðfarin so órættvíst, segði hann sambært tíðindastovuni AP.
Fleiri enn 700 fólk eru vorðin handtikin og skuldsett fyri at hava havt samband við álopið. Av teimum eru fleiri enn 150 skuldsett fyri at leggja á løgreglufólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald