Innanlands

Umhvørvisárinsmeting av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði í hoyring

Eysturkommuna hevur, saman við felagnum 24.04.2023 P/F, ætlanir um at fara undir nýggja havnarverkætlan norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði. Nýggja kaiin verður sambært ætlan staðsett á matrikkul 334b og matrikkul 334c í Syðrugøtu.

2024-06-09 21:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Yvirlitsmynd av verkætlanini hjá felagnum 24.04.2023 P/F og Eysturkommunu

Við verkætlanini fær Varðin fleiri atløgupláss til skip og pláss til atknýtt virksemi, og Eysturkommuna fær fleiri vinnustykkir við atløgusíðu og kaiplássi at bjóða vinnuni í kommununi.

Nýggja havnarøkið liggur í býarætlanarøki D, sum er lagt út til havnarøki í byggisamtyktini fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna upplýsir, at tað ikki er møguligt at víðka um havnarlagið í Norðagøtu, og tí verður havnavirksemið víðkað til Skálafjørðin.

[object Object]

Búlendiskanningar hava staðfest, at í økinum, har ætlanin er at staðseta havnarlagið er talið av djóra- og plantusløgum, og lívfrøðiligum fjølbroytni ikki stórt. Tó verður mett, at økið kring Kvørnina, skamt sunnanvert Tjørnunes og um 280 m frá syðra markinum á ætlaða havnarlagnum, er vert at varðveita grundað á “vakurleika, rekreativ virði, og tí at einki samsvarandi øki finst í nærumhvørvinum”.

Kanningar eru gjørdar av alduávirkan frá skipum, ið fara at sigla framvið Kvørnini til og frá ætlaða havnarlagnum. Í Umhvørvisárinsmetingini fyri havnarverkælanina norðanvert bygdina Undir Gøtueiði verður mesta ferðin ásett til 4 míl fyri skip, tá tey nærkast og skulu leggja at nýggju kaiini.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her:

Umhvørvisárinsmeting

Fylgiskjal 1: Yvirlitstekning

Fylgiskjal 2: Búlendiskanning

Fylgiskjal 3: Alduávirkan við Kvørnina

Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 19. juli 2024

Almenna lýsingin kann síggjast her

Kelda: Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder