Innanlands

Umhvørvisgóðkenningin hjá smoltstøðini á Fútakletti dagførd

Umhvørvisstovan hevur 15. juli veitt dagførda umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av smolti á smoltstøðini hjá P/F Luna á Fútakletti. Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðini.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-16 15:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Smoltstøðin er útbygd soleiðis, at hon kann framleiða munandi fleiri og størri smolt. Støðin hevur vatnreinsiskipan, har vatnið verður endurnýtt á sera høgum stigi.

Smoltstøðin leiðir spillivatnið frá rakstrinum umleið 600 m út í Vestmannasund, meira enn ein km norður frá aliøkinum hjá P/F Luna suðuri í Bug. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni.

Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Luna ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

Eisini eru treytir settar um, at virksemið á smoltstøðini ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.

Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her.

Umhvørvisstovan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder