Meira enn 190 tons av deyðum fiskum eru nú tiknir upp úr ánni Oder á markinum millum Týskland og Poland hesa seinastu tíðina. Men nú er støðan í ánni vanlig aftur.
- Vandin er nú av, sigur umhvørvismálaráðharrin í statinum Brandenburg, Axel Vogel, sambært lokala miðlinum RBB.
Men djóralívið í ánni fer at vera ávirkað í nógv ár framyvir.
Axel Vogel sigur, tað nú ber til at seta djóraæti út í ánna uttan at tað beinanvegin doyr. Enn er ikki greitt, hvat orsøkin er til umhvørvisvanlukkuna har so at siga alt livandi doyði í ánni í summar, skrivar dr.dk.
Hildið verður, at tað kann vera orsaka av einum evnafrøðiligum leka, ella at tað er tann lága vatnstøðan, nógvi hitin og økta saltinnihaldið, sum er orsøkin til at fiskarnir doyðu.
Um ein mánað skal ein bólkur av týskum og polskum serfrøðingum, sum hevur kannað ánna, koma við eini niðurstøðu, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald