Innanlands

Umhvørvisplássið í Tjørnuvík stongt fyribils

Arbeitt verður við at umskipa umhvørvisplássið í Tjørnuvík

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-06-13 13:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrr í ár samtykti tekniska nevnd í Sunda kommunu, at taka bingjurnar á umhvørvisplássinum í Tjørnuvík burtur.

Arbeiðið at umskipa umhvørvisplássið í Tjørnuvík er longu farið í gongd og tískil er umhvørvisplássið í bygdini fyribils stongt. Kommunan vísir til umhvørvisplássið við Streymin. 

Seinni í ár er ætlanin at seta smærri grønar kassar fram við vesinum í Tjørnuvík, har burturkast sum kann brennast skal koyrast í, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

Til heystar verður bingja sett upp til burturkast frá slaktinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder