Innanlands

Umhvørvisstovan góðkent ætlan um nýggja turrdokk á Skála

Umhvørvisstovan hevur góðkent broytta ætlan hjá P/F MEST, at gera nýggja turrdokk á Skála – Mett verður, at við at flyta nýggju turrdokkina 50 metrar burtur frá bygdini, verður ávirkanin av óljóði o.ø. ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini

(Mynd: us.fo)

(Mynd: us.fo)

2023-12-22 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisstovan hevur góðkent broytta ætlan hjá P/F MEST, at gera nýggja turrdokk á Skála. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, skrivar Umhvørvisstovan.

Tað var 27. september í ár, at Umhvørvisstovan góðkendi eina ætlan hjá P/F MEST at gera nýggja turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála.  16. november 2023 fekk Umhvørvisstovan so eina nýggja umhvørvisárinsmeting av eini broyttari ætlan, har nýggja turrdokkin verður flutt uml. 50 metrar í ein landnyrðing, t.v.s. út móti sjónum. Samstundis verður bryggjukanturin við ætlaðu turrdokkina fluttur samsvarandi.

Nýggja dokkin verður sostatt lutvíst uppi á landi og lutvíst á einum øki, sum verður fylt út á sjógv. Grótið, sum verður sprongt út fyri dokkini uppi á landi, verður brúkt til at fylla út fram við dokkini úti á sjónum.

Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá P/F MEST á Skála, bæði núverandi virksemi og virksemið, tá nýggja turrdokkin er tikin í brúk. Í umhvørvisárinsmetingini er verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur, skrivar Umhvørvisstovan.

Nýggja dokkin verður 150 metur long, 33 metur breið og 12 metur djúp á gáttini. Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er 9 metrar.

Umhvøvisstovan metir, at við at flyta nýggju turrdokkina 50 metrar burtur frá bygdini, verður ávirkanin av óljóði o.ø. ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini. Umhvørvisstovan góðkennir tí, at broytta ætlanin hjá P/F MEST at byggja nýggja turrdokk á Skála er fevnd av góðkenningini frá 27. september 2023, og at ikki er neyðugt við hoyring av nýggju umhvørvisárinsmetingini.

Góðkenningin er treytað av, at verkætlanin verður framd sum greitt er frá í umhvørvisárinsmetingini frá 16. november og øðrum samskifti millum Umhvørvisstovuna og P/F MEST.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder