
Umhvørvisstovan verður væl umboðað, tá Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøkuni 24. september í Sjóvinnuhúsinum og Vísindavøku á ferð 15.-22. september.
Evnið í ár er gransking og falskunning. Umhvørvisstovan luttekur tí við eini røð av fyrilestrum undir felagsheitinum “Í roynd og veru”, sum á ymiskan hátt fara at viðgera hetta evnið:
24. september – Kongshøll, Sjóvinnuhúsið
08:40: Í Roynd og Veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan
10:20: Í Roynd og Veru: Hydrography in the 21st Century on the Faroe Islands
(framløgan verður á enskum)
Gethin W. Roberts, Umhvørvisstovan
11:20: Í Roynd og Veru: Er nakað skaðadjór? Kjakið um lívfrøðiliga trygd.
Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan
13:00: Í Roynd og Veru: Kyksilvur - frá lívsstimbrandi til eitrandi evni. Hugleiðing um gransking, og greining av støðuni av kyksilvuri og øðrum dálkandi evnum í náttúruni í dag.
Halla W. Reinert, Umhvørvisstovan
20. september – Bókasavnið við Løkin
19:00: Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin - Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys av olju.
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan
21. september – Klaksvíkar bókasavn
19:00: Í Roynd og Veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan
22. september – Sørvágs bókasavn
19:00: Í Roynd og Veru: Grundvatn - Hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni og leiklutin, sum vatnið hevur í samband við jarðhita.
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Øll skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald