Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.
Hvørt ár verður eisini serligur dentur lagdur á eitt ávíst evni – sum eisini er høvuðsevnið í umhvørvisvikuni. Evnið í ár, er “vatn”.
Nógvar spennandi verkætlanir komu inn og Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at lata tveimum verkætlanum stuðul.
Altjóða Vatnráðstevnan hjá Jarðfeingi fekk 20.000 krónur. Hetta er ráðstevna, sum Jarðfeingi skipar fyri saman saman við felagsskapinum IWRA, International Water Resources Association. Ráðstevnan verður 4. - 6. septembur í ár.
Eitt av høvuðsendamálunum við hesi ráðstevnu er, at gera føroyingar meira tilvitaðar um vatn og ta ofta kostnaðarmiklu og orkukrevjandi viðgerð, ið vatn krevur frá keldu til vask.
Hin verkætlanin, sum fekk umhvørvisstuðul eitur Vatn aftur í tjørnina í Gundadali. Tað eru Árni Helmsdal og Høgni Jensen, ið skipa fyri. Latnar verða 230.000 krónur. Verkætlanin snýr seg um at fáa endurskapt tjørnina í Gundadali - sum liggur ovast á Tinghúsvegnum.
Grøna virðislønin í ár verður latin Havnar Kajakkfelag fyri tey mongu (ára)tøkini tey hava tikið fyri náttúruna frammi við sjóvarmálan. Havnar Kajakkfelag ruddar hvør ár fjøru og sjógv.
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag (FNU) fekk í ár Grønu gávuna hjá Etika. Gávan verður latin fyri tað ótroyttiliga sjálvbodna arbeiðið, tey hava gjørt fyri føroysku náttúruna í yvir 40 ár. Avrikslistin hjá felagnum er langur, og er eitt prógv um, at tað loysir seg at siga frá, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald