Innanlands

Umhvørvisvika á Tvøroyri stutt eftir páskir

12. til 18. apríl verður ljós varpað á týdningin av at hugsa um umhvørvið í størstu kommununi í Suðuroynni. Í fjør var ikki møguligt at hava Umhvørvisviku

2021-02-18 22:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var eingin Umhvørvisvika á Tvøroyri orsakað av koronustøðuni, men nú verður hildið tað vera ráðiligt at fyriskipa savnandi tiltøk skjótt. Tó verður tað framvegis við atliti til tilmælini.

Harvið er Umhvørvisvikan á Tvøroyri sett á skrá í viku 16. Hetta er beint eftir páskir - frá 12. til 18. apríl.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

Á skránni eru fyrilestrar, framløgur, tónleikur, rudding, gongutúrur, marknaður, tilboð til borgararnar og mangt annað. Komandi vikurnar verður ljós varpa á einstøku tiltøkini í Umhvørvisvikuni, ið øll hava til endamáls at varpa ljós á týdningin av at hugsa um umhvørvið.

Umhvørvisvikan var fyrstu ferð fyriskipað á Tvøroyri í 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder