Mentan

Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu verður 4. til 7. oktober

Evnið, sum Umhvørvisvikan varpar ljós á í ár, er lívmargfeldi, sum fevnir um alt tað livandi fjølbroytni í náttúruni

Á skránni í ár er m.a. taratúrur í Kirkjubø (Mynd: Umhvørvisvikan/Facebook)

Á skránni í ár er m.a. taratúrur í Kirkjubø (Mynd: Umhvørvisvikan/Facebook)

2020-10-02 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu plagar at vera um várið, men í ár er Umhvørvisvikan útsett til oktober. Orsøkin er korona.

Tiltakið, sum nú verður í døgunum 4. til 7. oktober verður nakað øðrvísi enn undanfarnu árini, tó verður skipað fyri góðum og hugnaligum tiltaki, sum øll kunnu fáa nakað munagott burturúr, skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi.

– Umhvørvisvikan í ár varpar ljós á lívmargfeldi, sum fevnir um alt tað livandi fjølbroytni í náttúruni. Tað er nógv óvissa um, hvussu vit menniskju ávirka vistskipanir í náttúruni, millum annað tá vit brúka lendi, brúka evnafrøðilig evni og tilfeingi í náttúruni. Tí snýr lívmargfeldi seg eisini um, hvussu vit sum borgarar, vinna og kommuna kunnu bera okkum skynsamari at.

– Fólkatalið í heiminum veksur skjótt og setir alsamt størri krøv til eitt nú matvøruframleiðslu og harvið eisini jarðarbrúk. Hóast hetta kanska ikki ávirkar Føroyar eins nógv og lond við størri landbúnaði, so hevur tað eisini týdning, at vit fara væl um okkara lendi. Regn og vindur gera sítt til, at jørð og mold verður máað burtur av náttúruávum, men mannaskapt árin so sum bit og velting kunnu eisini hava keðiligar avleiðingar fyri lendið.

Við Umhvørvisvikuni vil Tórshavnar kommuna leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka borgaranum og hjá kommununi sum heild. Hvørt ár verður eitt serstakt evni í sambandi við umhvørvi tikið upp. Fyrr hevur Umhvørvisvikan m.a. sett sjóneykuna á matoyðsl, endurnýtslu av klæðum og á plastdálking.

Fyri at fáa eitt yvirlit yvir tiltøkini ber til at fylgja við á Facebook síðuni hjá Umhvørvisvikuni. Neyðugt er við tilmelding til øll tiltøkini, og eisini er avmarkað pláss.

Á skránni er m.a. taratúrur í Kirkjubø, útferð í Nólsoy og gongutúrur í Havnardali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder