Innanlands

Umlættingarheimið latið aftur fyri seinastu ferð

Óvist hvat skal henda við húsunum – í fyrstu syftu verða tey brúkt at hýsa summarferiuavloysarum

2021-05-31 18:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var við sorgblídni og tó við gleði, at starvsfólkini á Umlættingarheiminum í Havn í dag pakkaðu saman og søgdu gamla stovninum farvæl. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Øll tey sjey starvsfólkini í føstum størvum og tey tímaløntu, hava fingið tilboð um starv á Urd, nýggja umlættingar- og endurmenningardeplinum við Rólantsgøtu í Hoyvík.

Húsini í V. U. Hammershaimbsgøtu eru gomul; Christian Holm bygdi tey í síni tíð, og kommunan keypti tað til fyrisiting seinni. Bæði sosiala deild og mentamáladeildin hava hildið til í húsunum, og seinni hevur dagrøktin eisini hildið til har.

Byrjað var so smátt við umlættingini í 1984, so hetta er 37. árið at Umlættingarheimið er virkið. Tvey av starvsfólkunum, Anna av Reyni og Arngerð Mørk, hava verið við øll árini.

Í dag var lítil samkoma í sambandi við, at Umlættingarheimið letur aftur, har borgarstjórin helt stutta røðu og takkaði fyri drúgva tænastu.

Hvat hendur við húsinum er enn óvist, men fyrbils verða tey sjey kømurini brúkt til summarferiuavloysarar.

[object Object]
Starvsfólkini á Umlættingarheiminum hava øll fingið starv á nýggja umlættingar- og endurmenningardeplinum Urd í Hoyvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder