Innanlands

Umleið 1.000 flogskiparar hjá SAS hótta við verkfalli

Avtalan millum partarnar gekk út 1. apríl, og nú kann summarflúgvingin hjá hart sperda flogfelagnum av álvara verða ávirkað

2022-06-09 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

SAS er í løtuni í djúpari kreppu, og bæði serfrøðingar á økinum og leðslan sjálv hjá SAS hava nevnt vandan fyri húsagangi.

Hetta er millum annað í kjalarvørinum av, at svenski staturin, ið eigur 21,8 prosent av flogfelagnum, týsdagin boðaði frá, at vilji er ikki longur til at spýta penning í .

Skandinaviska flogfelagið varð ógvuliga hart lagt orsakað av koronu, og hóast ymiskar ætlanir hevur tað ikki reist seg aftur.

Nú er nakað á veg, ið er við til at gera støðina verri. Danska TV2 og aðrir miðlar skriva í dag, at umleið 1.000 flogskiparar nú hava boða frá møguligum verkfalli.

Avtalan millum partarnar gekk í roynd og veru út 1. apríl í ár, men hevur framhaldandi verið í gildi. Men tá støðan er, sum hon er, kunnu flogskipararnir fara í verkfall við 14-daga fráboðan. 

Harvið er tað møguligt, at ein rúgva av flogskiparum hjá SAS fara í verkfall frá áleið síðst í juni - í høvuðsárstíð.

Eingin nýggj avtala fyriliggur - arbeitt hevur verið einari slíkari síðani í november í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder