Innanlands

Umleið 400 litrar av olju á sjógv í Mykinesi

Fyrst var mett, at talan var um lítla nøgd, einar 47 litrar, men ta ðvíst iseg at vera umleið 400 litrar. Gassolja fordampar skjótt, og tí verður ikki meira gjørt við tað

(Mynd: Sørvágs kommuna)

(Mynd: Sørvágs kommuna)

2022-07-09 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin verður tá menn vóru í holt við at pumpa gassolju av Grønanesi niðan í oljutangan hjá SEV í Mykinesi, glapp eitt skoyti á slanguni av, og nakað av olju lak á sjógv.

Í fyrstani varð mett, at talan var um so lítla nøgd - 47 litrar - at onki varð gjørt við málið.

Tað vísti seg tó at meira var farið á sjógv enn so, og tøl sum 4000 litrar komu upp at venda, skrivar Sørvágs kommuma á heimasíðuni.

Tískil fóru sløkkiliðsmenn hjá Sørvágs kommunu, saman við borgarstjóranum, út til Mykinesar at fáa greiði á málinum. Vegna brim var ikki leggjandi at í Mykinesi fyrrenn í dag, tá sløkkiliðsfólkini komu út við útgerðini at sperra av við.

- Tað vísti seg, at umleið 400 litrar vóru farnir á sjógv, men tíbetur hevði hetta ikki gjørt nakran skaða. Gassolja fordampar skjótt, og onki sást til oljuna í dag. Sostatt var ikki neyðugt at brúka útgerðina, sum tó verður liggjandi í Mykinesi, um brúk verður fyri henni seinni, sigur Sørvágs kommuna.

Sørvágs kommuna fer nú at eftirmeta støðuna, og saman við SEV gjøgnumganga mannagongdirnar, at finna eina tryggari loysn, tá olja verður pumpa í land í Mykinesi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder