2021-11-07 15:26

Í morgun vóru fólk hjá Sjúkrahúsverkinum vesturi í Vágum og kannaðu fólk fyri koronu.
Kannað varð millum klokkan 9.30 og 12 á brandstøðini inni á keiini í Miðvági.
Sambært Vága kommunu vóru uml. 500 fólk, sum tóku av møguleikanum at lata seg kanna fyri koronu í morgun.
Talan er um uml. 15 prosent av øllum borgarunum í oynni, og vísur hetta, at tørvurin at hava eina kanningarstøð í Vágum er stórur, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald