2025-01-08 19:34

Streymveitingin hjá SEV hevur verið svikalig seinnapartin og í kvøld, men nú er streymurin aftur í flestu støðum.
Fyri tíggju minuttum síðani boðaði SEV frá, at Vágar, Streymoy, Sandoy og størsti parturin av Eysturoy hava streymin aftur.
Norðoyggjar liggja enn í streymloysi, og tað gongur umleið ein tími til tey hava streym aftur, sigur SEV.
Tað var um trý tíðina, at streymurin fór í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni. Hálvanannan tíma seinni misti alt meginøkið streymveitingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald